Siri

Eitt brúdleyp er nakað heilt serligt. Ein vakur kjóli, maðurin í tínum lívi, familjan og vinirnir… Og hevur tú so eisini tey røttu undirklæðini, fert tú uttan iva at kenna teg væl frá innast til uttast.
Við merkjunum Marie Jo og PrimaDonna vilja vit hjá Siri hjálpa tær at finna tað perfekta settið.


Luksus
At keypa undirklæði kann vera ein sonn gleði: Ímynda tær ein persónligan stílráðgeva, sum allatíðina vegleiðir teg tá ið tú keypir undirklæði.
Ein, sum veit alt um tað, sum hongur í handlinum, og hvørji snið tær hóska best. Ein, sum leitar tey røttu sniðini fram, meðan tú slappar av í prøvirúminum. Við øðrum orðum forkelað frá byrjan til endan.

Tú sjálv
Tað snýr seg 100% um teg! Njót at vera miðpunktið eina løtu.
Stílráðgevin hevur bert eitt fyri eyga: at tú fert út úr handlinum við undirklæðum, sum sita perfekt til tín kropp og stíl.
Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg væl á tínum serliga degi. Tí er neyðugt at fylgja hjartanum, eisini tá tú velur undirklæði og kjóla.

Stílráðgeving
Áðrenn tú fert at leita eftir tí perfekta brúðarkjólanum, kanst tú læra nógv av at keypa undirklæðini fyrst. Stílráðgevin kann siga tær hvør litur hóskar tær best. Veitst tú so eisini hvat slag av brúðarkjóla tú kundi hugsað tær, kanst tú fáa undirklæði, ið best hóska kjólanum.
Hvørjir stroppar eru best ella skal tað vera korsage? Ert tú í tí rætta BHinum, tá ið tú roynir fyrsta brúðarkjólan, sært tú beinanvegin hvat best hóskar tær.

Hugsa um vælveru
Røttu undirklæðini sita væl allan dagin. Hesum vilja vit hjá Siri fegin hjálpa tær við. Vit hava undirklæðir í nógvum sniðum og litum, við blondum, perlum og í øllum støddum. Vit vilja gera okkara besta, soleiðis, at tín dagur gerst so góður sum møguligt.
Siri

Dr. Jacobsensgøta 18

Fo-100 Tórshavn

tlf: 316610


 

 
Sig frá á Wedding.fo

Skalt tú giftast? Sig frá á wedding.fo tað er ókeypis.

www.wedding.fo 

 
Hár og make up

Vit hava allan pakkan til brúðrina. Tit koma til okkum ella vit koma út til tykkara.

www.monroe.fo 

 
Bakkastova í Ljósá

Skalt tú giftast? Vit hava eini dreymahús, ið kunnu brúkast til brúðarhús, brúðarnátt ella kanska eitt lítið brúdleyp.

www.ognir.fo 

 
Morgungávan

Tann perfekta morgungávan til hansara.

MiriamBoudoir 

 
Banner
Banner